Nick Starmer gjørdist 60 ára gamal.
Bretski forsætisráðharrin, 62 ára gamli, Keir Starmer, sigur um beiggja sín, at hann var eitt fantastiskt menniskja.
- Hann møtti øllum avbjóðingum, sum lívið blakaði á hann, við móti og løttum sinni. Vit fara at sakna hann nógv, sigur Keir Starmer, sambært Sky News.
Forsætisráðharrin takkar eisini øllum, sum vóru partur av viðgerðini og umsorganini, sum bróðirin fekk, meðan hann stríddist móti sjúkuni.
Sambært Sky News hevur Nick Starmer stríðst við ymiskar heilsuavbjóðingar alt lívið, og hesar høvdu sín uppruna heilt afturi í einum truplum barnsburði, tá hann varð føddur.
- Beiggi mín hevur tískil ongantíð kunnað havt eitt vanligt arbeiði yvir eina longri tíð.
##med2##
Í bók, sum forsætisráðharrin gav út í fjør, umrøður hann sambært Sky News fyri fyrstu ferð viðurskiftini við beiggja sín.
- Nick fekk onnur kort í lívinum, enn eg fekk, og hann hevur havt trupulleikar, sum eg ongantíð havi møtt á lívsleiðini, sigur forsætisráðharrin, Keir Starmer, í bókini.