Í ár fingu vit eina heilt serliga jólagávu

- Eg vildi ynskt, at eingin familja í Føroyum kendi seg fíggjarliga sperda, tí tað er jól, sigur Veronika Petersen.

 

Hvar heldur tú jól? 

- Síðan eg bleiv gift fyri 32 árum síðan, havi eg hildið jólaaftan heima við hús. Vit hava altíð havt gestir jólaaftan, men í ár vóru vit gestir jólaaftan, sigur Veronika Petersen.

Hon vísir á, at elsti sonurin saman við unnustu síni og tveimum synum fluttu í nýggj hús í mars í ár.

- Her vóru vit jólaaftan saman við børnum, verbørnum og okkara trimum dýrabaru ommu-og abbabørnum og onkrum aftrat. 

 

Jóladag, sum er í dag, eru børnini við familju heima hjá Veroniku og manninum og í morgin, 2. jóladag, er einki fast á skránni.

 

- Tá verið eg helst heima saman við manninum og tí eina soninum, sum býr í íbúð í kjallaranum hjá okkum, sigur hon.

 

Hvat eta tit á jólum? 

 

- Jólaaftan høvdu vit dunnu við øllum tilhoyri og rísalamande omaná. Jóladag er tað lambskjøt, rómaeplir, grønmeti og sós til døgurða og onkur heimagjørd dessert, smákøkur, karamellur og annað søtt, ið hoyrir jólunum til.

Veronika Petersen sigur, at 2. jóladag verður okkurt annað kjøt á skánni, men júst, hvat tað verður, er støða ikki tikin til.

- Vit fara neyvan at sita svong 2. jóladag, sigur hon brosandi. 

Hon sigur, at hon hevur keypt einar 15 jólagávur. Gávurnar eru til tey nærmastu og onkur børn í familjuni.

 

- Talið av jólagávum er nakað minkað, men nú trý ommubørn eru komin, eru gávurnar vaksnar í vavi, heldur hon fyri.

 

Hon sigur, at í ár hava tey fingið størstu jólagávuna, sum hon hevur ynskt sær í meira enn 35 ár. Tað eru nýggju tunlarnir Norður um Fjall. 

 

- Henda gávan er ikki bara til mín, men okkum øll. Eg eri sera spent eftir at vita, hvørja ávirkan tunlarnir fara at hava fyri menning og trivna í økinum Eystan Múlan, sigur hon. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólini hava stóran týdning fyri meg, tí vit hátíðarhalda, at heimsins frelsari varð føddur. Eisini dámar mær væl at hava tíð at vera saman við mínum nærmastu. 

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Uha, eg havi í minsta lagi tvey jólaynski. Eg vildi ynskt, at eingin familja í Føroyum kendi seg fíggjarliga sperda, tí tað er jól. Jól og tað, sum hoyrir jólunum til, mugu vit vaksnu taka ábyrgd av, so vit ikki liva yvir evnir á jólum. 

Hon leggur aftrat, at hon ynskir sær eitt samfelag, ið tekur sær av teimum, sum ikki megna at fáa endarnar at røkka saman, eitt nú orsakað av sjúku ella serligum umstøðum. 

- Mítt hægsta jólaynski er, at øll skulu kenna sonnu jólagleðina og sanna jólafriðin, ið einans Jesus kann geva, sigur Veronika Petersen.

 

Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr í ár -

 

https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum