Hava gjørt fimm ára sáttmála við Lív

Havnar Handverkarafelag v.fl hevur gjørt fimm ára samlagstryggingarsáttmála við LÍV

Tíðindaskriv:

 

LÍV verður eisini samlagstryggingarveitari hjá Havnar Handverkarafelag næstu fimm árini. Tað er greitt, eftir at partarnir hava gjørt nýggjan sáttmála

Havnar Handverkarafelag hevur havt útboð av sínum samlagstryggingarsáttmála, har felagið aftur hevur valt LÍV til sín veitara. Tað vil siga, at LÍV er tryggingarveitari hjá Havnar Handverkarafelagi og fýra øðrum feløgum, sum Havnar Handverkarafelag umboðar. Tey eru: Vágs Handverkarafelag, Tvøroyrar Handverkarafelag, Skála Handverkarafelag og Grafiska Yrkisfelagið.

“Hetta frøast vit um á LÍV, tí hetta staðfestir, at LÍV er á rættari kós við kappingarførum prísum og tryggingum. LÍV sær fram til samstarvið næstu fimm árini og takkar fyri álitið okkum er litið upp í hendur” sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

Sáttmálin millum Havnar Handverkarafelag og LÍV er galdandi í fimm ár. Limirnir í Havnar Handverkarafelagi og hinum feløgunum fáa m.a. hesar tryggingar:

- við deyða

- við deyða hjá hjúnafelaga/sambúgva

- við ávísum hættisligum sjúkum hjá sær sjálvum ella børnum undir 21 ár

- hoyritól

- inngjaldstrygging

- Fulnaður fyri terminala sjúkuavgerð, sum fyrsta fakfelagið í Føroyum

Samhaldsfasta skipanin tryggjar øllum limunum einfalda og ómaksleysa atgongd til tryggingar hjá feløgunum.

“Eitt høvuðsendamál hjá felagnum er at veita limunum góð tryggingarviðurskifti. Hetta metir felagið seg hava nátt við nýggju avtaluni, sum eisini gevur limunum nýggjar møguleikar” sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.

Limirnir í Havnar Handverkarafelagi og hinum fýra feløgunum kunnu síggja sínar tryggingar við at innrita á kundaportalin MíttLÍV hjá LÍV við samleikanum.

Sáttmálin er galdandi frá 1. januar 2025.