Fyri at hava verið Lions-limur í samfull 50 ár, fekk Heðin Mortensen nú um dagarnar handaða heiðursnál frá Karl Eli Sigvardsen, forseta í Lions Tórshavn

Heðin Mortensen limur í Lions í 50 ár

Nú um dagarnar fekk Heðin Mortensen heiðursnál fyri at hava verið limur í Lions Tórshavn í samfull 50 ár

Fyri at hava verið Lions-limur í samfull 50 ár, fekk Heðin Mortensen nú um dagarnar handaða heiðursnál frá Karl Eli Sigvardsen, forseta í Lions Tórshavn

Tað er ikki ókent, at nú fyrrverandi borgarstjórin í Havn eigur ymisk met, tá ið tað kemur til árstøl, tí hann hevur sitið longri sum býráðslimur í Havn enn nakar annar, og eisini hevur hann sitið longri sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu enn nakar annar.

 

At hann somuleiðis kann vera drúgvur í øðrum høpi, gekk sjón fyri søgn nú um dagarnar, tá ið hann á fundi í Lions Tórshavn fekk handaða heiðursnál fyri at hava verið limur har í 50 ár, umframt at hann var forseti Lions-árið 1990/91.

 

– Tá ið eg gjørdist limur í Lions tann 14. desembur í 1974, vóru Karl Jakobsen og Tummas Arge “gubbar” hjá mær, og øll hesi árini hevur tað verið ein gleði og ein forrættur at hava verið partur av hesum felagsskapi, ið fæst við ósjálvsøkið og mannavinarligt arbeiði, sigur Heðin Mortensen.

 

– Um sama mundið var eg formaður í Havnar Róðrarfelag, og tá ið vit bygdu róðrarneystið, stuðlaði Lions okkum væl. Tað var millum annað tá, at túnadansurin varð uppfunnin, ið saman við bingo í ítróttarhøllini og øðrum tiltøkum fekk pengar til vega.

 

Fekk hægsta heiðurin

Í februar 2015 varð Heðin eisini heiðraður við “The Melvin Jones Fellowship Award”, sum er hægsta viðurkenning, tú kanst fáa sum limur í Lions. Hana fáa limir, sum onkursvegna eru ímynd av “lionismu” og við síni tænastu í Lions eru fyrimyndir í klubbanum og samfelagnum.

 

– Fyri meg hevur tað verið einastandandi gevandi at verið við í Lions-arbeiðnum øll hesi árini saman við nógvum góðum fólkum, sigur Heðin Mortensen, ið heldur ikki gloymir at nevna baklandið eftir hesi mongu árini sum limur í Lions.

 

– Aftan fyri ein og hvønn góðan mann stendur ein kvinna, og so er eisini í Lions, tí ‟lionessurnar”, sum vit nevna kvinnurnar, eiga sín stóra lut í mongum av teimum tiltøkum, skipað verður fyri, og bestu løturnar eru ofta tær, tá vit hava makarnar við.

 

 

 

 

 

Fyri at hava verið Lions-limur í samfull 50 ár, fekk Heðin Mortensen nú um dagarnar handaða heiðursnál frá Karl Eli Sigvardsen, forseta í Lions Tórshavn