Heidi legði fyri við hattricki í stórsigri hjá NSÍ

NSÍ vann stórsigur á Skála í fyrsta dystinum í Betrideildini hjá kvinnum hetta kappingarárið

Betrideildin hjá kvinnum var skotin í gongd í kvøld við einari kommunalari grannauppgerð millum NSÍ og Skála við Løkin í Runavík.

 

Verandi steypavinnararnir, NSÍ vunnu stórsigur 7-0.

 

Helga Mikkelsen fekk heiðurin at skjóta ársins fyrsta mál í Betrideildini. Hetta hendi longu í sjeynda minutti. Sjarlotta Joensen legði upp til málið. Í 24. og í 35. minutti økti Heidi Sevdal til 2-0 og 3-0. Sára Samson Lamhauge legði upp til fyrra málið, og Lena Olsen legði upp til seinna málið.

 

Tá fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki økti Sjarlotta Joensen til 4-0. Lena Olsen stóð fyri upplegginum, og hon økti til 5-0 bert fýra minuttir seinni. Hesaferð stóð Rúna Olsen fyri upplegginum. Tá ein tími var leiktur av dystinum økti Lena Olsen til 6-0 aftaná gott forarbeiðið hjá Sáru Samson Lamhauge.

 

Heidi Sevdal endaði málveitsluna, tá hon í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti til 7-0, og fullførdi sítt fyrsta hattrick hetta kappingarárið. 

 


Leygardagin klokkan 12.15 spæla HB og Víkingur á ovara vølli í Gundadali í Havn. Klokkan 14.45 leygardagin verður dystur á sama vølli millum B36 og verandi meistaraliðið, KÍ. Klokkan 15 leygardagin tekur TB/FC Suðuroy/Royn móti FC Hoyvík við Stóra í Trongisvági.