Heilsuskúlin og dupult húsarhald

Tað er einki dulsmál, at tað mangla heilsustarvsfólk innan eldraøkið. Skulu vit fáa enn fleiri at nema sær útbúgving, verða vit noydd at hyggja at fíggjarligu umstøðunum hjá teimum, sum ynskja at fara á Heilsuskúlan. 

 

 

 

Vit hava ein væl fungerðandi Heilsuskúla í Suðuroy, har eg sjálv og fleiri við mær hava trivist væl. Skúlin og umhvørvið er gott og skapar møguleikar fyri at hugsavna seg um skúlan.

 

 

 

Men skulu vit gera okkum vónir um at fáa enn fleiri at fara á skúlan, so verður neyðugt at taka atlit til, at tey, sum fara til Suðuroyar í skúla, ofta hava fyri neyðini at hava dupult húsarhald. Hetta eru eitt nú mammur, har tað ikki ber til at flyta alla familjua suður til Suðuroyar. Ofta eru tað kvinnur við familju, sum ynskja at fara at lesa. Tær eiga størri børn, sum tað ikki er so heppið at flyta í annað umhvørvið og annan skúla. Fleiri av hesum familjum skipa seg soleiðis, at meðan mamman lesur, eru børnini eftir heima hjá pápanum.

 

 

 

At hava tveir bústaðir er dýrt og tí kundi ein loysn verið, at tey lesandi fingu møguleikan at søkja um dupult húsarhald. Eitt annað kundi verið lestrarverilsir og íbúðir, ið tey lesandi kundu leigað fyri lítlan penga. Eisini skuldu tey lesandi fingið løn undir lesnaðinum.

 

 

 

Vit mugu eisini byrja at hugsa um at gera útbúgvingina til heilsurøktara atgongdsgevandi til víðari lesna til sjúkrarøktarfrøðing. Vit broytingum í sjálvari útbúgvingini og við betri uppihaldsmøguleikum undir lestrinum, hevði Heilusskúlin blivið enn meira spennandi, og fleiri høvdu havt møguleika fyri at farið undir lesnaðin.

 

 

 

Ynskir tú betri umstøður fyri tey eldru, tey sum hava brúk fyri stuðli í gerandisdegnum og avvarðandi teirra, so far á val 8. desember og vel ein heilsurøktara  inn á ting, sum kennir støðuna á gólvinum.

 

 

 

Jóhanna Syderbø Grúkaskarð

 

Valevni á listanum hjá Sjálvstýri