Heima hjá Goebbels og Hitler

Hetta er ein filmur, sum borar seg inn í kjarnuna á hugtakinum makt.

 

 

Helst er holocaust mest avbjóðandi evnið at síggja á filmi. Kortini eru hvørt ár nýggir filmar, sum við ymsum tilgongdum lýsa hetta døkkasta skeið, ið nakar á lívi enn kann siga frá um.

 

Mikudagin fer Hanus Kamban at innleiða sýningina í Filmsfelagnum. Sýndur verður nýggi týski spælifilmurin ”Führer und Verführer”, sum vann áskoðaravirðislønina á München Filmfestival í ár.

 

Hanus Kamban skrivaði bókin ”Antisemitisma”, sum forlagið Náttsólin gav út í fjør. Í farnu viku varð hon viðgjørd í útvarpssendingini Vágskálin.

 

Týski leikstjórin, Joachim Lang, sum er føddur í Spraitbach í Baden-Württemberg í 1959, hevur fyrr gjørt film um Bertolt Brecht og hansara lív og virki.

 

Í hesum filmi, ið verður lýstur sum ein ”Virtuoser Hybridfilm, der die Mechanismen der Demagogie offenlegt”, varpar hann ljós á Joseph Goebbels (Robert Stadlober), sum er propagandaministari í Nazitýsklandi. Søgan tekur við í mars 1938, tá Eysturríki verður tikið, og endar sjey ár seinni, tá Goebbels beinir fyri sær sjálvum í bumbuskýlinum, Der Führerbunker, hjá føraranum í mai 1945.

 

Hitler, Der Führer, stendur sterkari enn nakrantíð, og Goebbels, Der Verführer, er maðurin, ið sum eingin undan honum kann ganda fram tølandi stórmyndir av fólki, ið savnast at heilsa føraranum, og síðan ger antisemitisku filmarnar "Jud Süß" og "Der ewige Jude", sum skulu greiða gøtuna og fáa fólkið í Triðja Ríkinum at samtykkja í at gera enda á øllum jødum.

 

Men eftir tapið við Stalingrad og vánaligu krígsgongdina fram til endan á 1944, tá týska støðan er vorðin vónleys, finnur Goebbels uppá hina mest radikalu propagandaætlanina. Umframt sjálvmorðið hjá Hitler, skal hann lýsa sína egnu seinastu hetjuløtu, tá familjan tekur seg av døgum og at enda Goebbels sjálvur.

 

Hetta er ein filmur, sum borar seg inn í kjarnuna á hugtakinum makt.

 

Í týsku skránni fyri filmstevnuna í München í ár stendur at lesa: ”Kunst als Propaganda und Propaganda als Kunst: Joseph Goebbels hat den Film früh als wichtige Waffe der ideologischen Kriegsführung erkannt. Die so entstandenen Bilder haben bis heute Einfluss auf unsere Vorstellung der NS-Zeit. FÜHRER UND VERFÜHRER blickt hinter die Kulissen ins Innere der Macht und verschränkt Spielszenen, Archivaufnahmen sowie Zeitzeugenberichte.”

 

 

 

Filmsfelagið 6/11 kl 20:00 Føreren og forføreren (Führer und Verführer, Joachim Lang, Týskland 2024 135 min)