Nývalda kommunustýrið í Kunoyar kommunu, sum fevnir um bygdirnar Kunoy og Haraldsund, hevur skipað seg.
Borgarstjóri verður Ólavur F. Nybo, og Kristian Johannesen verður varaborgarstjóri.
Nevndarsessinir eru býttir soleiðis:
SEV (Rasmus Magnusson), IRF (Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu), Norðoya Fornminnisavn (Sonja úr Fugloy), Skúlastýrið (Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu), Norðoya Bú-og Heimatænasta (Ólavur F. Nybo) og Tilbúgvingarnevndin (Ólavur F. Nybo).
Fyri fýra árum síðan varð Poul Jacob Poulsen valdur í bygdaráðið í Kunoyar kommunu og gjørdist borgarstjóri.
Á kommunuvalinum hesaferð stillaði hann ikki uppaftur.
- Tíðin við starvi við síðuna av borgarstjórastarvinum røkkur ikki til, sigur Poul Jacob Poulsen, sum heldur, at hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð.
Soleiðis fall valið í Kunoyar kommunu:
##med2##