Endamálið við tí arbeiði, sum J&K Petersen nú gera fyri Vága Floghavn, er at útvega øki til fleiri parkeringspláss og til hangarar til flogførini hjá Atlantsflog. Myndina tók Álvur Haraldsen.

Pláss verður bæði til bilar og hangarar til flogfør

Tað fer at taka sína tíð, áðrenn stóra jørð-og lendisarbeiðið, sum er í gongd við Vága Floghavn, verður liðugt, og parkeringspláss og hangarar kunnu byggjast á økinum.

 

Endamálið við tí arbeiði, sum J&K Petersen nú gera fyri Vága Floghavn, er at útvega øki til fleiri parkeringspláss og til hangarar til flogførini hjá Atlantsflog. Myndina tók Álvur Haraldsen.

Í oktober í fjør fór byggifyritøkan J&K Petersen í holt við eitt stórt og umfatandi jørð-og lendisarbeiði millum Vága Floghavn og landsvegin omanfyri. Hetta er eitt arbeiði, sum byggifyritøkan ger fyri Vága Floghavn og eitt arbeiði, sum stjórin, Regin I. Jakobsen, væntar fer at taka hálvt triðja til trý ár. 

 

Her hevur verið grivið, borað og sprongt, og soleiðis verður í eina rúma tíð aftrat. Vága Floghavn eigur longu ein stóran part hesum lendi, umframt at tey hava keypt umleið 66.000 fermetrar frá haganum aftrat. Lendið, sum arbeitt verður á, liggur millum 250.000 og 300.000 fermetrar. 

 

Regin I. Jakobsen vísir á, at jørð-og lendisarbeiðið, sum í løtuni er í gongd, er eitt samstarv millum tríggjar partar. Tað er Vága Floghavn, sum eigur verkætlanina, og tað er J&K Petersen, sum ger arbeiðið og hevur brúk fyri gróti til ífylling.

 

Ein triði partur er Sørvágs kommuna, sum eigur vinnuøkið oman fyri landsvegin. Kommunan ynskir at víðka um verandi vinnuøkið, sum er fullbygt, og tí hevur kommunan áhuga fyri, at grivið, borað og sprongt verður fyri nýggja partinum av vinnuøkinum, sum skal veksast munandi.

- Hetta ger, at J&K Petersen fær grót til verkætlanina nærindis, og tað hevur sjálvsagt nógvar fyrimunir – í hesum førinum fyri allar tríggjar partarnar, heldur stjórin í Vága Floghavn.

Økið, sum J&K Petersen nú arbeiðir á, liggur fleiri metrar lægri enn landsvegurin.

 

Endamálið við tí arbeiði, sum J&K Petersen nú gera, er at útvega øki til fleiri parkeringspláss og til hangarar til flogførini hjá Atlantsflog. Enn er ikki endalig støða tikin til, hvussu nýggju parkeringsplássini skulu gerast, ella hvussu nógv tey verða, og støða er heldur ikki tikin til, hvørjir hangarar skulu byggjast.   

 

Men, tað er greitt, sigur stjórin í Vága Floghavn, at brúk er fyri hesum plássi. Her verður í fyrstu syfti pláss fyri tveimum hangarum, og longur frammi í tíðini verður pláss fyri fleiri hagarum aftrat, um tørvur verður á tí.

Regin I. Jakobsen vísir á, at við seinastu útbygging av parkeringsøkinum komu 100 parkeringspláss aftrat, soleiðis at samlaða talið av parkeringsplássum til persónbilar nú er eini 850. Um sumrarnar og um høgtíðirnar er hetta alt ov lítið, og Vága Floghavn hevur brúk fyri nógv fleiri parkeringsplássum.

Men, er tørvur á parkeringsplássum, er tørvur so sanniliga eisini á hangarum til flogførini hjá Atlantsflog.

- Her er ein hangarur, har tvey av flogførunum sleppa inn, tó bert annað í senn. Hini bæði flogførini hjá Atlantsflog sleppa ikki inn, tí tey eru ov breið, sigur stjórin í Vága Floghavn um stóra jørð-og lendisarbeiðið, sum er í gongd.

 

 

Endamálið við tí arbeiði, sum J&K Petersen nú gera fyri Vága Floghavn, er at útvega øki til fleiri parkeringspláss og til hangarar til flogførini hjá Atlantsflog. Myndina tók Álvur Haraldsen.