Hermann Oskarsson 70 ár

Í dag verður kendi búskaparfrøðingurin og kjakarin, Hermann Oskarsson, sjeyti ár.

 

Hermann er sonur Onnu og Oskar Hermansson. Hon var dóttir Onnu Sofíu Rasmussen, fødd av Skarði, og Rasmus Rasmussen, Rasmus á Háskúlanum. Oskar var sonur Karolinu Hermannsen, og Karl Hermannsen, bæði úr Vestmanna. 

Sum ungur var hann arbeiðsmaður og var onkran túr til skips. Hann hevur verið virkin innan vinstravongin í føroyskum politikki og gekk á odda í orðaskiftinum um t.d. Nato og ES. Frá 1989-94 læs hann búskaparfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Eftir at hava fingið prógv sum búskaparfrøðingur í 1994, var hann lærari á Kambsdali í eitt ár. 1. november 1995 var hann settur í starv sum fulltrúi á Hagstovu Føroya, har hann eisini verið stjóri í mong ár.

 

Saman við Elin Henriksen var hann annar næmingurin, sum ikki fekk prógv í Studentaskúlanum í Hoydølum í 1974, tí tey ikki vildu tosa danskt til próvtøkuna.

Hann hevur verið bæði skrivari og stjóri í Búskaparráðnum, og er kendur kjakari, har hann er kendur fyri síni sera beinraknu sjónarmið um búskaparlig og samfelagslig viðurskifti. Hann hevur birt lív í mangt kjakið, ofta um evnir sum annars verða tagd burtur. Hann dugir sera væl at leggja síni sjónarmið fram. 

Hermann er giftur Onnu Mariu Oskarsson, fødd Nielsen úr Havn. Tey hava havt gullbrúdleyp fyrr í ár. Anna Maria og Hermann eiga trý børn, Bárður, Marin og Turið. 

Bárður er listamaður, Marin er sjúkrasystir, og Turið er fólkalívsfrøðingur. 

Bárður eigur tvey børn, Marin eigur tvey børn og Turið eigur trý børn.

Øll børnini og barnabørn búgva í Keypmannahavnar umráðnum, tí eru Anna Maria og Hermann eru flutt til Danmarkar fyri at verða teimum nærri.