Hetta er eitt alternativ til elbilar

Bilasøla í Havn tekur ikki fult undir við ætlanini hjá samgonguni

Plugin hybridbilr eru eitt alternativ til elbilar og tí eiga teir eisini at sleppa undan at avgjald til landskassan.  Tað halda tey á bilasøluni, Waag, nú landsstýrið ætlar at leingja tíðarskeiðið, elbilar skulu sleppa undan avgjaldið.

 

Tá ið undanfarna samgonga viðgjørdi málið, varð tað eisini samtykt, at hybridbilar og pluginhybridbilar, eisini skuldi sleppa undan avgjaldi.

 

Men nú ætlar samgongan, at frá í juli í ár skulu hybridbilar, og plugin bilar rinda sama avgjald, sum bensin- og dieselbilar. Tey vísa á, at tað eru ikki umhvørvisvinarligir bilar, sum eiga at fáa stuðul úr landskassanum.

 

Tey á Waag halda tey, at plugin hybridbilar eiga framvegis at sleppa undan avgjaldi. Plugin hybridbilar, eru bilar, sum bæði hava vanligan motor og elmotor, sum kann løðast.

 

– Tað eru bilar, sum eru sera dýrir, men teir eru eitt alternativ til reinar elbilar, ímeðan infrakervið vid løðistøðum verður bygt út, siga tey í Waag í eini viðmerking til Løgtingið, nú uppskotið er til viðgerar.

 

Tey vísa á, at í dag kunnu plugin hybridbilar koyra rættiliga langt vid streymi, beinleiðis frá elnetinum hjá SEV. Í dag kunnu plugin hybridbilar koyra ímillum 80 og 130 kilometrar uppá battarí.

 

– Vanligir hybridbilar kunnu harafturímóti ikki løðast beinleiðis frá elnetinum hjá SEV. Vanligir hybridbilar eru ikki serliga umhvørvisvinarligir bilar tí tað er lítil og eingin munur á útlátinum frá einum vanligum hybridbili og einum bili við vanligum diesel- ella bensinmotori, siga tey á Waag.

 

Í Løgtinginum varð ført fram, at hóast plugin hybridbilar kunnu løðast, og sostatt kunnu koyra rættiliga langt upp á streym, vísa royndirnar, at fólk fáa illa upp í lag at løða teir.