Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum liðugt

Fríggjadagin var síðsti dagur á heystskeiðinum 2023.

Í 15 vikur hava 44 næmingar verið á heystskeiði á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni.

 

Tey hava fingið roynt seg og fingið upplivingar fyri lívið, eins og vinarbond eru knýtt.

 

Fríggjadagin var síðsti dagur á heystskeiðinum 2023. Umframt at sigast skuldi farvæl, so var eisini endahald og handan av prógvum.

 

Foreldur, ið komu eftir børnunum sínum, fingu flottar framførslur at síggja, tá teir 44 næminarnir settu eitt flott punktum við flottum framførslum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Myndir; Dagfinn Olsen - felagsmyndina tók Jóni Brandsson Christiansen