HM: Norðurmakedonia er í bólki saman við Ungarn og Niðurlondum

Her eru teir átta innleiðandi bólkarnir í HM-endaspælinum í hondbólti

14. januar til 2. februar í 2025 verður HM-endaspælið í manshondbólti avgreitt í Noregi, Danmark og Kroatia, tíverri uttan føroyska landsliðið.

 

Ígjár var trekt til teir átta innleiðandi bólkarnar í HM-endaspælinum.

 

Okkara nemisis í avgerandi HM-undandystunum, Norðurmakedonia endaði í bólki D í Varaždin í Kroatia saman við Ungarn, Niðurlondum og Guinea. 

 

HER er samlaða lutakastið:

 

  • Bólkur A (í Herning): Týskland, Kekkia, Póland, Sveis
  • Bólkur B (í Herning): Danmark, Italia, Algeria, Tunesia
  • Bólkur C (í Poreč): Frakland, Eysturríki, Katar, Kuwait
  • Bólkur D (í Varaždin): Ungarn, Niðurlond, Norðurmakedonia, Guinea
  • Bólkur E (í Oslo): Noreg, Portugal, Brasil, USA
  • Bólkur F (í Oslo): Svøríki, Spania, Japan, Chile
  • Bólkur G (í Zagreb): Slovenia, Ísland, Kuba, Kap Verde/Grønhøvdaoyggjar
  • Bólkur H (í Zagreb): EgyptalandKroatia, Argentina, Bahrain