HM: Noreg og Frakland hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar

Noreg og Frakland punkteraðu allan spenning í millumbólki 2 við trivaligum sigrum á Slovenia og Suðurkorea

Tað er nú staðfest hvørji liðini vera úr millumbólki 2, ið skulu spæla fjórðingsfinalur í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum.

 

Tann eina vertstjóðin, Noreg hevur saman við Fraklandi fult stigatal, átta stig fyri fýra dystir. Slovenia hevur fýra stig á triðja plássinum og kann í mesta lagi fáa seks stig.

 

Noreg og Frakland vunnu trivaligar sigrar á Slovenia og Suðurkorea, og skulu spæla bólkafinalu sunnukvøldið klokkan 19.30.

 

Slovenia – Noreg 21-34 (12-17)

 

Slovenia: Alja Varagic 5, Ana Gros 4, Ana Abina 3, Valentina Tina Klemencic 3, Ema Hrvatin 1, Barbara Lazovic 1, Natasa Ljepoja 1, Ema Marija Markovic 1, Tjasa Stanko 1, Maja Svetik 1.

 

Noreg: Camilla Herrem 6, Nora Mork 5, Stine Bredal Oftedal 5, Henny Ella Reistad 5, Ingvild Kristiansen Bakkerud 3,  Maren Nyland Aardahl 2, Kristine Breistol 2, Kristina Sirum Novak 2, Kari Brattset Dale 1, Emilie Margrethe Hovden 1, Vilde Mortensen Igstad 1, Sanna Solberg-Isaksen 1.

 

Suðurkorea – Frakland 22-32 (12-17)

 

Suðurkorea: Boeun Gim 5, Eun Hee Ryu 4, Bitna Woo 4, Suyeon Jo 3, Eunjoo Shin 2, Eunhye Kang 1, Hyewon Lee 1, Jinmi Shin 1, Jiyoung 1.

 

Frakland: Orlane Kanor 7, Chloé Valentini 4, Onacia Ondono 4, Estelle Nze Minko 4, Alicia Toublanc 3, Lucie Granier 2, Coralie Lassource 2, Grace Zaadi Deuna 2, Laura Flippes 1, Tamara Horacek 1, Déborah Lassource 1, Méline Nocandy 1.

 

Eysturríki – Angola 25-30 (14-16)

 

Eysturríki : Katarina Pandza 8, Sonja Frey 5, Josephine Huber 3, Mirela Dedić 2, Patricia Kovács 2, Claudia Wess 2, Kristina Dramac 1, Ines Ivančok 1, Petra Blažek 1.

 

Angola : Azenaide Carlos 9, Natalia Mafiela Kamalandua 4, Albertina Da Cruz 4, Juliana José Machado 3, Natalia Maria Bernardo 3, Stelvia De Jesus Pascoal 3, Chelcia Cristina Gabriel 2, Isabel Evelize Wangimba 2.

 

Noreg og Frakland hava átta stig hvør. Slovenia hevur fýra stig, og Angola og Eysturríki hava tvey stig hvør. Suðurkorea er aftast við ongum stigi.

 

Sunnudagin 10.desember

 

Bólkur II:

 

(14:30) Angola–Suðurkorea

 

(17:00) Slovenia–Eysturríki

 

(19:30) Frakland–Noreg