Farna leygardag vunnu Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík steypafinaluna við 3-1 sigri á KA, ið hevði Jóan Símun Edmundsson á liðnum.
Í annaðkvøld kann Gunnar fáa heiðurin saman við liðfeløgunum at vera staðfestur íslandsmeistari 2023.
Klokkan 20.15 í annaðkvøld tekur Víkingur Reykjavík móti KR. Vinnur Víkingur tann dystin staðfesta teir meistaraheitið. Hetta hóast tað tá eru fýra dystir eftir at leika í tí ovara endaspælinum.
Víkingur hevur 59 stig og Valur sum er nummar tvey hevur 48 stig. Valur hevur fýra dystir eftir at leika og kann í mesta lagi fáa 60 stig.
Víkingur hevur sostatt fimm "match-bóltar". Teir skulu bara vinna ein av teimum fimm dystunum, ið teir hava eftir at leika í ovara endaspælinum so er gullið í hús.
Víkingur er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin á KR í annaðkvøld.
Støðan ovara endaspælið:
Nr. | Lið | L | U | J | T | Mörk | Stig |
1 | Víkingur Reykjavík | 22 | 19 | 2 | 1 | 65:20 | 59 |
2 | Valur | 23 | 15 | 3 | 5 | 55:25 | 48 |
3 | Breiðablik | 23 | 11 | 5 | 7 | 44:38 | 38 |
4 | FH | 23 | 11 | 4 | 8 | 43:44 | 37 |
5 | Stjarnan | 23 | 10 | 4 | 9 | 45:27 | 34 |
6 | KR | 22 | 9 | 5 | 8 | 29:36 | 32 |