ILA staðfest í Troms og Finnmørkini

Ætlanir eru lagdar um, hvussu aliringarnir skulu tømast fyri laks, og her verður byrjað við teimum ringum, har sjúkan er staðfest.

Tá laksur, sum hevur ILA-sjúku, er staðfestur í alibrúkum, skulu aliringarnir tømast.

 

 

Kyst.no veit at siga, at ILA nú endaliga er staðfest á alistøðum í Troms í Hammerfest kommunu og Finnmørkini. 

 

Tað er Cermaq Norway AS, ið rekur  aling á hesum støðum, sum nú vísa seg at vera fongd við ILA-sjúku.

 

Tað var hin 8. juni í ár, at illgruni um ILA tók seg upp, sigur norska Matvørueftirlitið í tíðindaskrivi, sum eitt nú Kyst.no endurgevur. 

 

Hin 9. juni var Matvørueftirlitið á staðnum og tók royndir av fiski á alistøðini Komagnes, og hin 16. juni staðfestu hesar royndir, at ILA-sjúka er á alistøðunum.

 

Fyri at avmarka smittuspjaðing, eru treytir álagdar alistøðunum, sum ikki kunnu flyta fisk úr økinum uttan við serligum loyvi. 

 

Ætlanir eru lagdar um, hvussu aliringarnir skulu tømast fyri laks, og her verður byrjað við teimum aliringum, har sjúkan er staðfest.

 

##med2##

 

 

 

Tá laksur, sum hevur ILA-sjúku, er staðfestur í alibrúkum, skulu aliringarnir tømast.

Tað er nú javnan, at ILA-sjúka verður staðfest í norskari alivinnu.