Innbrot í FK - tríggir persónar handtiknir

- Nøkur ting eru funnin millum teir tríggjar persónarnar, sum eru tikin í handlinum í Hoyvík, sigur løgreglan.

 

Um 01-tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at innbrot hevði verið í FK-handlinum í Hoyvík.

 

- Vit hava handtikið tríggjar persónar í samband við innbrotið, harav tveir nýliga eru leyslatnir aftur.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hin triði persónurin framvegis situr í varðhaldinum hjá løgregluni.

 

- Vit kunnu ikki siga so nógv um málið í løtuni, og vit skulu eisini finna út av, hvat skal henda við persóninum, sum situr eftir í varðhaldinum.

 

Spurdur um nakað er tikið úr FK í Hoyvík, sigur løgreglan, at tey hava funnið ymisk ting millum hesar tríggjar persónarnar, sum eru tikin í handlinum.

 

Sambært vaktleiðaranum er ikki full greiða á innbrotsmálinum enn, men arbeitt verður við at greiða og loysa málið.