- So var aftur galið. Bingjurnar á bingjuplássinum hjá Sands kommunu eru rokfullar.
Tað siga tey á Facebook-vanganum hjá kommununi í dag, har tey taka so rívan til og siga, at IRF misrøkir sínar skyldur.
- Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit eru noydd at steingja bingjuplássið, tí bingjurnar verða ikki tømdar.
Í Sands kommunu siga tey, at um IRF ikki tekur seg saman, fara tey at kanna aðrar møguleikar.
- Vit harmast almikið um støðuna og fara at gera alt fyri, at hetta ikki hendir aftur, verður lagt aftrat.