Tvey íslendsk alifeløg, Ice Fish Farm AS og Laxar Fiskeldi Ehf, eru sambært kyst.no í "stratekiskum samrøðum" um møguligt framtíðar samstarv.
Tað er Ice Fish Farm AS, sum í einari stuttari fráboðan til keypsskálan sigur, at felagið hevur tikið upp samband við Laxar Fiskeldi Ehf.
Sum skilst, er upp á tal, at alifeløgini bæði møguliga kunnu fara í eitt samstarv, men í løtuni verður einki sagt um, hvat samstarv talan kann gerast um.
Ice Fish Farm AS sigur í fráboðanini, at felagið fer at venda aftur við fleiri upplýsingum, um og tá hesar samrøður millum feløgini gerast meira ítøkiligar.