Íslendskir venjarar skulu til OL við landsliðum sínum

Dagur Sigurðsson, landsliðsvenjari hjá Kroatia og Alfreð Gíslason hjá Týsklandi vóru sigursharrarnir í OL-undankappingarbólki 2

Alfreð Gíslason (Týskland) og Dagur Sigurðsson (Kroatia) skulu til OL-endaspælið í París

Í Íslandi eru tey stolt, hóast íslendska manslandsliðið í hondbólti ikki sleppur við OL-endaspælið í París. 

 

Men í Íslandi er tey sera stolt av, at heili tríggir íslendskir venjarar skulu við liðum sínum til OL-endaspælið.

 

Tað hevur leingi verið greitt, at Þórir Hergeirsson og norska kvinnulandsliðið skulu kappast í OL-endaspælinum, men hetta vikuskiftið løgdust tveir íslendskir venjarar aftrat, ið skulu við landsliðum sínum til OL-endaspælið at kappast.

 

Dagur Sigurðsson og Alfreð Gíslason skulu nevnliga við landsliðum sínum til OL-endaspælið.

 

Tað eydnaðist Degi Sigurðssyni og Kroatia at vinna OL-undankappingarbólk 2 í Hannover í Týsklandi frammanfyri Alfreð Gíslasyni og Týsklandi. 

 

Her eru úrslitini í OL-undankappingarbólki 2, har góðu vinirnir hjá føroyska manslandsliðnum, Eysturríki blivu ov stuttir. 

 

14. mars:

Týskland – Algeria 41:29 (16:13).

Kroatia – Eysturríki 35:29 (16:16).

16. mars:

Týskaland – Kroatia 30:33 (10:16).

Algeria – Eysturríki 26:41 (13:20).

17. mars:

Eysturríki – Týskland 31:34 (15:18).

Kroatia – Algeria 34:22 (15:11).

 

Endaliga støðan:

 

Kroatia*3300102:816
Týskland*3201105:934
Eysturríki3102101:952
Algeria300377:1160

 

 

 

 

 

Alfreð Gíslason (Týskland) og Dagur Sigurðsson (Kroatia) skulu til OL-endaspælið í París