Henda myndin er tikin á strondini í Rafah í dag, 24. april. Hetta er partur av tí øki, sum ísraelski herurin sigur seg vera kláran at fara inn í, tá ísraelska stjórnin gevur grønt ljós.

Ísraelski herurin klárur at fara inn í Rafah

Reuters veit í dag at siga, at ísraelski herurin nú bara bíðar eftir grønum ljósi frá stjórnini fyri at fara inn í býin, Rafah.

Henda myndin er tikin á strondini í Rafah í dag, 24. april. Hetta er partur av tí øki, sum ísraelski herurin sigur seg vera kláran at fara inn í, tá ísraelska stjórnin gevur grønt ljós.

Ísrael roknar nú býin, Rafah, sum seinasta skansan hjá Hamas í Gazageiranum, og nú hevur ísraelski herurin fyrireikað seg til at taka ræðið í øllum økinum.

 

Hetta sigur eitt talsfólk og toppleiðari í ísraelska herinum, IDF, við Reuters. Býurin Rafah liggur har suðuri í Gazageiranum og beint við markið til Egyptaland.

 

Tað verður tó eingin verulig innrás í Rafah, fyrr enn ísraelska stjórnin og forsætisráðharri landsins, Benjamin Netanyahu, hava góðkent átakið.

 

Fyri fleiri vikum síðan segði Ísrael, at tey fara at senda herdeildir inn í býin, og nú er so líkt til, at herurin er til reiðar og bara bíðar eftir boðum frá stjórnini.

 

Ísrael er eisini í kríggi við Hizbollah í syðra parti av Libanon, og ísraelska stjórnin sigur í dag við AFP, at eitt átak er í gongd um hesar leiðir nú seinnapartin.

 

 

 

Henda myndin er tikin á strondini í Rafah í dag, 24. april. Hetta er partur av tí øki, sum ísraelski herurin sigur seg vera kláran at fara inn í, tá ísraelska stjórnin gevur grønt ljós.