Jákup Sverri fann lutir av søktum troalara á bankanum

Fyri 106 árum síðani var bretskur trolari søktur á Føroya Banka

Tann 23. mai í 1917 søkti týski kavbáturin UC.33 bretska Grimsby trolaran Sisapon, merktur GY 42.

 

Seinastu dagarnar hevur havrannsóknarskipið Jákup Sverri roynt á Føroya Banka, og í gjár fingu teir lutir av skipið í trolið.

 

Tað vísir seg, at talan er um lut, sum kann vera stevnið, av bretska trolaranum Sisapon, sum varð søktur 23. mai í 1917. Tað eru tungir lutir, sum eru nittaðir saman.

 

Og staðfest er eisini, at tað var týski kavbáturin UC.33, sum søkti skipið.

 

##med2##

 

Skiparin á UC.33 var Martin Schelle, ið sambært eini skjótari leiting á Google hevur verið eitt vituggi við nógvum mannalívum á samvitskuni, tí hann hevur søkt ikki færri enn 41 skip, harav 11 eru undir donskum flaggi – og fleiri teirra føroysk. Onkur kennist kanska við tey á listanum niðanfyri:

 

##med3##

 

##med4##