Jákup trívist væl í hesi kulissuni

KÍ liðformaðurin gleðir seg til, at tað, sum hevur verið dreymur, verður veruleiki í annaðkvøld

Mynd: ki.fo

KÍ ferðalagið lendi seinnapartin í slovakiska høvuðsstaðnum Bratislava. Í kvøld hevur verið tíðindafundur og venjing á Národný futbalový štadión. Hetta er tjóðarvøllurin í Slovakia, og tað er her, at Slovan Bratislava eigur heimavøll. Pláss er fyri 22.500 áskoðarum. Talan er um nýtt stadion, sum varð tikið í nýtslu í 2019.

 

KÍ ferðalagið fór klokkan 10 fyrrapartin í dag úr Vágum við leiguflogfari. Teir millumlendu í Billund, har tað varð bunkrað.

 

Merkisvert er tað, at KÍ venjarin Magne Hoseth er ikki við í ferðalagnum. Sambært heimasíðuni hjá KÍ var hann eftir í Føroyum, tí hann var sjúkur. Á tíðindafundinum í kvøld vóru tað hjálparvenjarin Daniel Berg Hestad og liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum umboðaðu KÍ.

 

Enn er tað ikki greitt, um Magne Hoseth fer at vera saman við KÍ liðnum í fyrsta dystinum í europeiskum bólkaspæli. Um hann verður nóg birgur í morgin, og um tað ber til hjá honum at ferðast úr Føroyum og til Bratislava, so fer Magne Hoseth av landinum í morgin, verður upplýst úr KÍ.

 

Jákup B. Andreasen og liðfelagarnir eru spentir:

 

-Vit hava droymt um at luttaka í bólkaspæli, og í morgin verður dreymurin veruleiki. Stadion kennist stórsligið, men hetta fer ikki at taka okkum av fótum, tí tað minnir nógv um tað, sum vit fyrr í summar hava upplivað, og higartil hava vit trivist væl í sovornum kulissum, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen í samrøðu við heimasíðuna hjá KÍ.

 

Mynd: ki.fo