Jarnbardur er FM favorittur

6-mannafør kvinnur: Hóast Sølmundur átti besta startin, so var sigurin hjá Jarnbardi sannførandi

Skíggjamynd kvf.fo

Í fyrstu FM kappingini í ár kløkkaði Sølmundur, tá ið hann á fjarðastevnu á Skála við rimmar endaspurti tók Jarnbard og vann.

 

Á fjarðastevnu í heimasjógvi hjá Sølmundi fyri stórari viku síðani var Jarnbardur fremstur, og aftur í dag vann Jarnbardur tryggan sigur. Tí er einki at ivast í, at Jarnbardur nú má roknast at vera favorittur at vinna FM enn einaferð.

 

Sølmundur legði bragdliga fyri og var fremstur í startspurtinum. Men Sølmundur megnaði ikki leingi at halda Jarnbard aftanfyri seg.

 

Startspurturin var ikki meiri enn av, tá ið guli Sølmundur og blái Jarnbardur lógu stavn um stavn, og so tók Jarnbardur seg støðugt frá Sølmundi, meðan Víkingur misti meiri enn eina bátslongd og meiri enn tað sammett við Sølmund.

 

Tá ið málið var hálvrógvi, var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar ein bátslongd, og soleiðis var tað fram ímóti málinum. Jarnbardur hevði hug at draga frá, men Sølmundur helt tørn, og á málinun var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar nett ein bátslongd.

 

1Jarnbardur05:11.43700
2Sølmundur (NSÍ)05:14.18600
3Víkingur05:19.19500
4Tvørabáturin05:50.33400

 

 

 

 

 

Skíggjamynd kvf.fo