Tilgongdin tey 21 árini frá tí at ungir studentar í Keypmannahavn skaptu Merkið, til tað loksins av fremmandum varð góðkent sum tjóðarmerki, var mangan baldrut. Er tað nakað, sum føroyingar hava dugað væl at staðið illa saman um, so eru tað stjórnarviðurskiftini og ríkisrættarligu viðurskiftini.
Meðan onnur atlond ella hjálond høvdu ein greiðari vilja, soleiðis at ríkisrættarlig viðurskifti vórðu greidd við fullveldi við sannførandi stórum meiriluta eins og til dømis í Íslandi, so er øðrvísi hjá okkum, tí vit eru ósamd enn.
Vit skulu ikki her fara fara at greina, hví so stórur partur av fólkinum ikki vil hava fullveldi, men vit kunnu bara staðfesta, at í Føroyum eru viðurskiftini øðrvísi. Líka mikið hvussu leikað verður í, so er tað bara ein minniluti, sum vil hava fullveldi, meðan ein rímiliga stórur meiriluti – enntá er Sambandsflokkurin komin við á tann veingin – vil hava størri sjálvræði, sum í øllum førum í fystu syftu skal verða innan fyri ríkisfelagsskapin við Danmark.
Men tað reið um snarið undir krígnum, at táverandi loysingarflokkurin Fólkaflokkurin fekk meirluta á tingi, teir vóru 12 av 25 tingmonnum. Men flaggspurningurin hevði tó einki við sjálvstýrisstríðið at gera. Hetta var einans ein strategisk avgerð hjá einum fremmandum hervaldi. Men hetta kyndi sjálvsagt undir sjálvstýrisstríðið – sum av góðum grundum fekk vind í seglini undir hersetingini – og kulmineraði við fólkaatkvøðuni um loysing 14. september í 1946.
Við heimastýrislógini dovnaði sjálvstýrisstríðið – og reystu loysingarrøddirnar vórðu nærum tagnaðar, tá Tjóðveldisflokkurin – sum fuglurin Fønix – reis úr øskuni í 1998, tvífaldaði tingmannatalið – og birti nýtt lív í sjálvstýrisstríðið, sum nú varð til fullveldisstríð – sum tó ikki bar á mál, men endaði við ósemju og nývali.
Nú eru tó nýggir tónar úr Danmark, har forsætisráðfrúan hevur nevnt møguleikan við »trimum javnsettum londum í ríkisfelagsskapinum, so sum sambandsløgmaður eisini bar upp á mál í 2012.
Kanska kemur tjóðarsemjan um ríkisrættarliga spurningin úr Danmark?