Jens Leon fullfermdur á Leirvík

Jens Leon hevur roynt í fýra dagar vestanfyri og er fullfermdur inni í Leirvík við 650 kassum, sum er landaður til Norðfra í Leirvík. 

Mesti parturin er toskur.  

650 kassar er umleið 60.000 pund. Og søluvirðið er oman fyri 800.000 krónur.