Johan Dahl løgtingsmaður sekstifimm

Í dag fyllir Johan Dahl, løgtingsmaður, seksti.

Hann er føddur 19. september 1959, sonur Jógvan Dahl úr Vági og Ebbu Albinus úr Fámjin. Johan, vaks upp í Fámjin, er giftur við Lindu Herdalur.

Áðrenn Johan Dahl kom upp í politikk var hann vinnulívsmaður. Hann hevur bankaútbúgving og ávís prógv innan merconom.

Sum ungur arbeiddi hann í Sjóvinnubankanum, og í 1982 gjørdist hann stjóri í Vágs Skipasmiðju, sum A/S J. Dahl átti.

Tað vóru ættfedrar hansara í Vági, sum stovnaðu fyritøkuna á Gørðunum. Hann var stjóri har til 1990. Síðan var hann stjóri í World Seafood 1991–1992, stjóri í Sp/f Faromar frá 1997, stjóri í Faroe Coldstores frá 1998, stjóri á Kollafjørð Pelagic og stjóri fyri frystigoymsluna Kloosterboer Terminal Faroe Islands í Kollafirði.

Eftir at hann gavst í politikki í 2015 starvaðist hjá kinesiska telerisanum Huawei.

Johan Dahl kom upp í landspolitikk, tá hann varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í Suðuroyar valdømi í 2002. Hann var afturvaldur í 2004, í 2008 og í 2011. Men á valinum í 2015 gavst Johan Dahl í politikki og stillaði ikki uppaftur.

Men tongdin kom á hann. Sum hann sjálvur sigur, tá tú hevur fingið politikkin í blóðið, so er hann ringur at sleppa av aftur við.

Hóast mangur hevur sannað, at torført er at koma aftur á ting, um tú fyrst er givin, so hevur hann, eins og formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, prógvað tað øvugta.

Johan Dahl hevur verið landsstýrismaður í fleiri umførum. Fyrst var hann bara í nakrar dagar landsstýrismaður í fiskivinnumálum í februar í 2004, til Jóannes Eidesgaard koyrdi hann frá, tí fullveldisblaðið Fregnir koyrdi so hart á hann við ymsum skuldsetingum, sum ongantíð vórðu prógvaðar.

Men hann gjørdist aftur landsstýrismaður í 2008, í vinnumálum, og helt fram í 2011 til 2015.

Á seinasta løgingsvali varð Johan Dahl valdur á ting sum nummar fýra hjá Sambandsflokkinum við 502 persónligum atkvøðum.

 

Hjartaliga tillukku við degnum Johan Dahl!