Lagt var upp til eitt brak, og nógvir føroyingar sótu frammanfyri sjónvarpsskíggjan og hugdu eftir TV3 Sport, tá THW Kiel við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Flensburg Handewitt við Jóhan á Plógv Hansen spældu 110. útgávuna av prestisjufullu norðurtýsku grannauppgerðini í bundesliguni, ið verður nevnd "Nord-Derby".
Kiel hevði eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, men tað var Flensburg sum var greitt omaná og vann dystin so trygt sum 33-26. Í steðginum var Flensburg á odda 13-10.
Kiel kom upp á javnt 14-14 tíðliga í seinna hálvleiki. Men so dróg Flensburg frá og var eitt skiftið á odda bæði 30-21 og 31-22, og væntaði spenningurin bleiv av ongum.
Elias og Jóhan vóru samdir um at skora upp á 50 prosent av teirra málroyndum. Elias skoraði trý mál upp á seks málroyndir og legði upp til eitt mál, meðan Jóhan skoraði fimm mál upp á 10 málroyndir. Báðir vóru millum teir næstbestu málskjúttarnar hjá sínum liðum.
Flensburg hevur vunnið báðar dystirnar móti Kiel í bundesliguni hetta kappingarárið.
Flensburg er triðfremst í bundesliguni við 39 stigum, meðan Kiel er nummar fimm við 34 stigum. Kiel er eitt stig aftanfyri Melsungen, ið tó hevur spælt tveir dystir fleiri enn Kiel.
Í morgin klokkan 15.30 taka Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti botnproppinum, Ballingen-Weilstetten í Max Schmelling høllini í Berlin. Füchse Berlin er fremst við 43 stigum, eitt stig frammanfyri Magdeburg, ið hevur spælt ein dyst færri enn Füchse Berlin.
THW Kiel - Flensburg-Handewitt 26-33 (10-13)
THW Kiel málskjúttar: | |
Patrick Wiencek | 4 |
Petter Overby | 4 |
Elias Ellefsen á Skipagøtu | 3 |
Nikola Bilyk | 3 |
Rune Dahmke | 3 |
Niclas Ekberg | 2 |
Magnus Landin | 2 |
Steffen Weinhold | 1 |
Eric Johansson | 1 |
Harald Reinkind | 1 |
Karl Wallinius | 1 |
Domagoj Duvnjak | 1 |
Flensburg-Handewitt málskjúttar: | |
Johannes Golla | 9 |
Jóhan á Plógv Hansen | 5 |
Jim Gottfridsson | 5 |
Simon Pytlick | 4 |
Boris Zivkovic | 4 |
Mads Mensah Larsen | 2 |
Emil Jakobsen | 1 |
Lasse Møller | 1 |
August Pedersen | 1 |
Lukas Jørgensen | 1 |
Kelda: hbold