Kamala Harris er komin í eitt lítið politiskt ódnaðarveður eftir ein valfund í ‘motorbýnum’ Detroit í statinum Michigan. Heilt fitt av propalestinskum áhoyrarum vórður møttir á fundinum, og í fleiri umførum órógvaðu hesir fundin. At enda tímdi Kamala Harris ikki longri, og setti órógvandi áhoyrararnar meiri ella minni upp á pláss:
– Um tit vilja hava Donald Trump afturvaldan í november, so er bara siga tað. Annars eri tað eg, sum havi orðið nú!
Svarið hjá Harris hevur tó elvt til orðaskifti. Summir demokratiskir veljarar rósa Harris fyri góða og kontanta handfaring av órógvandi áhoyrararum, meðan aðrir finnast at og vísa á, at veljarar hava rætt til at draga síni politisku umboð til svars fyri teirra politikk.
Rættiliga nógvir arabiskir amerikanarar búgva í statinum í Michigan – herundir eisini heilt nógvir palestinskir amerikanarar. Í býnum Dearborn, sum hevur einar 110.000 íbúgvar, er meirilutin av íbúgvunum av arabiskum uppruna, og størsta moskan í Norðuramerika og arabiskt-amerikanska tjóðsavnið liggja í býnum.
Á undanvalinum í marts í ár vann Joe Biden sannførandi Michigan við 81,1% av atkvøðunum, men 13,2% av demokratisku veljarunum valdu at atkvøða blankt á undanvalinum. Eygleiðarar hava víst á, at orsøkin helst er, at fleiri veljarar eru ónøgdir við stuðulin, sum Joe Biden hevur sýnt Ísrael eftir yvirgangsálopið hjá Hamas 7. oktober í fjør, og tað eftirfylgjandi ísraelsku herferðina móti Gaza.
Á forsetavalinum í 2020 vann Joe Biden Michigan við 50,62% av atkvøðunum móti 47,84% til Trump, og vann teir 16 valmennirnar, sum staturin tillutar. Eygleiðarar meta, at tað verður avgerandi fyri, hvør verður valdur forseti í USA í november.
Sambært kanningarstovuni FiveThirtyEight, so vísa veljarakanningar í Michigan, at Kamala Harris ein lítlan fyrimun á 2% móti Donald Trump.
##med2##