– Hetta gongur yvirraskandi væl. Vit eru øll seks samd um, at vit skulu skipa samgongu og soleiðis verður tað, segði Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík.
Tað merkir, at nógv tann størsti flokkurin í Klaksvík, Fólkaflokkurin, er settur uttanfyri. Flokkur fekk 39 prosent av atkvøðunum í Klaksvíkar býráð.
Næststørustur gjørdist Sambandsflokkurin við borgarstjóranum á odda. Sambandsflokkurin hevur verið søguliga veikur í Klaksvík. Á seinasta býráðsvali varð Kar Johansen valdur einsamallur í býráðið fyri Sambandsflokkin. Hóast Fólkaflokkurin var eins sterkur tá, og bara vantaði ein sess at hava meirilutan einsamallur, so bjóðaðu tey Karl Johansen borgarstjórasessin, tí tey kundu ikki semjast um, hvør úr Fólkaflokkinum skuldi gerast borgarstjóri. Karl Johansen tók av. Og nú heystar hann fruktirnar av borgarstjóraeffektini, sum gjørdi Sambandsflokkin til næststørsta flokk í Klaksvík, framman fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sjálvstýri.
Karl Johansen segði við útvarpið, at tey nú fara at seta seg við samgonguskjali. Greitt er, at Karl Johansen verður borgarstjóri, og at Annika Steintórsdóttir Biskopstø úr Tjóðveldi verður varaborgarstjóri.