Í gjár var Ivan Niclasen koyrdur frá sum stjóri í Kringvarpinum. Tað kunngjørdi kringvarpsstýrið, sum hevði mist álitið á stjóranum, eftir at hann hevði latið ein mann, sum hevði hótt starvsfólk í Kringvarpinum, sleppa undan at rinda kringvarpsgjald.
Hetta segði maðurin í einum poddi hjá Frihedsbrevet, sum eisini fekk skjalprógv frá manninum um, at hann veruliga var sloppin undan at rinda kringvarpsgjald.
Tað var eitt samt stýrið fyri Kringvarpið, sum segði seg hava mist álit á stjóranum, segði Rógvi Olavsson, stýrisformaður, við Kringvarpið í gjár.
Katrin Petersen, sum er tíðindaleiðari í Kringvarpinum, er sett sum fyribilsstjóri til nýggjur stjóri verður settur fyrst í komandi ári.