Katrin sigraði í tennisfinaluni

Stóri finanudagurin var á tennisvøllunum í gjár, sum eisini var seinasti dagurin á Føroyaleikum. Hjá kvinnum var sera javnt á bæði í finaludystinum, og í dystinum um bronsuna.

 

Dystin um bronsuna vann Heidi Viderø á Rúnu Jakobsen við settúrslitinum 3-6, 6-2, 13-11.

 

Katrin á Neystabø vann gullkrónurnar við at vinna ein sera væl leiktan og spennandi dyst á Mari-Ann Robertson, sum til dagligt býr í USA, men í hesum døgum er heima í feriu. Úrslitið gjørdist 6-1, 3-6, 10-8.