Klokkan 18.30 í kvøld byrjar áttandapartsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum KÍ og HB við Djúpumýru í Klaksvík.
HB hevur higartil vunnið tvær ferðir á KÍ hetta kappingarárið. 3-2 í stórsteypadystinum, og 1-0 á heimavølli í Gundadali.
Hóast hetta hevur KÍ eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum.
Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ í vanligu leiktíðini eru 1,85.
Miðaloddsini upp á javnleik í vanligu leiktíðini eru 3,91.
Miðaloddsini upp á útisigur til HB í vanligu leiktíðini eru 3,49.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##