KÍ fær sama dómara í Bratislava sum dømdi KÍ-Sutjeska í fjør

Tað verður eysturríkski dómarin, Christian-Petru Ciochirca, ið skal døma fyrsta dystin hjá KÍ í einum evropeiskum bólkaspæli

Komandi hóskvøld klokkan 20 fer KÍ at skriva føroyska fótbóltssøgu.

 

Tá verður KÍ fyrsta føroyska liðið, ið spælir ein dyst í einum evropeiskum bólkaspæli.

 

KÍ skal spæla móti Slovan Bratislava, ið KÍ skuldi spæla ímóti í Champions League undankappingini á sumri í 2020, men orsaka av Korona-ávum vann KÍ uttan dyst.

 

Tað verður ein gamal kenningur hjá KÍ og hjá B36, ið skal døma dystin millum Slovan Bratislava og KÍ.

 

34 ára gamli eysturíkski dómarin av rumenskari ætt, Christian-Petru Ciochirca verður fyrsti dómari til dystin millum Slovan og KÍ.

 

Christian-Petru Ciochirca dømdi við Djúpumýru í Klaksvík 27. juli í fjør, tá KÍ í øðrum umfarinum í Conference League undankappingini vann 1-0 á Sutjeska úr Montenegro við sigursmáli hjá Pálli A. Klettskarð.

 

Christian-Petru Ciochirca dømdi eisini seinna dystin hjá B36 móti Haverfordwest á útivølli í øðrum umfarinum í Conference League undankappingini. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Jann Benjaminsen skoraði málið hjá B36 upp á brotsspark.

 

Christian-Petru Ciochirca var eisini fjórði dómari, tá Føroyar vunnu 1-0 á Andorra í Nations League dysti í Andorra La Vella 6. september í 2020. Klæmint A. Olsen skoraði sigursmálið. 

(Kelda: FaroeSoccer).

 

ŠK Slovan Bratislava (SVK) - KÍ Klaksvík (FRO) | Bólkur A

Dómari: Christian-Petru Ciochirca AUT

Hjálpardómari 1: Maximilian Weiß AUT

Hjálpardómar 2: Michael Obritzberger AUT

Fjórði dómari: Walter Altmann AUT

VAR-dómari: Alan Kijas AUT

VAR-hjálpardómari: Josef Spurny AUT

UEFA dómaraeygleiðari: Cüneyt Çakır TUR

UEFA umboð: Vakhtang Bzikadze GEO