KÍ hevur skrivað sáttmála við norskan spælara

Filip Brattbakk flytur úr 07 Vestur og til Klaksvíkar

Dagin eftir síðsta umfar í landskappingini boðar KÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan spælara. Talan er um 24 ára gamla Filip Brattbakk, sum í ár hevur spælt við 07Vestur, og sum hevur sína fortíð í norskum fótbólti m.a. í Rosenborg og Raufoss.

 

KÍ heimasíðan endurgevur nýggja KÍ venjaran soleiðis: 

 

- Við Filip fáa vit ein væl skúlaðan og skapandi framrættaðan leikara. Hann er fleksibul og kann spæla á øllum álopsplássum. Eg eri vísur í, at hann fær eina góða og mennandi tíð hjá okkum, sigur venjarin Magnus Powell.

 

Filip Brattbakk sigur, at hann gleðir seg at byrja í KÍ og væntar eitt gott kappingarár. Eg havi tosað við Powell og mær dámar væl hansara ætlanir fyri komandi ár. Eg eri spentur og motiveraður at koma í gongd og gera mítt til, at KÍ verður í fremstu røð.

 

Avtalan við Filip er fyri komandi tvey árini. Hann verður at síggja í Djúpumýru, tá venjingin byrjar í januar.

 

KÍ ynskir Filip hjartaliga vælkoman!