Klaksvíkingur og hini 10-mannaførini fingu ikki høvi at kappast á norðoyastevnu í Klaksvík. Hvussu tað verður, tá ið útsetti róðurin verður, fæst at síggja.
Í dag var fyrsta høvi at síggja, hvussu tað fer at vera í kappingini millum FM vinnararnar trý tey seinastu árini umborð á Orminum Langa og Klaksvíking, sum ikki hevur verið við í kappingini tvey tey seinastu árini.
Í 2018 vann Ormurin Langi FM í kapping við Klaksvíking, sum ikki hevur vunnið FM síðani 2017.
Í dag var als eingin ivi, tá ið hesir báðir bátarnir lógu borð um borð á Skálafjørðinum, og Havnarbáturin var triði bátur.
Í startspurtinum og eitt sindur aftrat lógu teir báðir, Ormurin Langi og Klaksvíkingur, stavn um stavn. So vann Klaksvíkingur reingina og seinni skutin, og so gekk tað ógvuliga skjótt. Klaksvíkingur tók seg meiri enn eina bátslongd framum Ormin Langa, sum á ongan hátt megnaði at svara aftur og var tvær bátslongdir aftanfyri, tá ið bátarnir fóru um málið. Havnarbáturin var tríggjar bátslongdir aftanfyri Ormin Langa.
10 MANNAFAR
Navn |
Nr. |
Tið |
Stig |
Gult |
Reytt |
Klaksvíkingur |
1 |
04:44.33 |
7 |
0 |
0 |
Ormurin Langi - RK |
2 |
04:49.31 |
6 |
0 |
0 |
Havnarbáturin |
3 |
05:00.39 |
5 |
0 |
|