Kommunur sleppa at byggja bústaðir

Tað sigur Ingilín Strøm, landsstýriskvinna

Tað sigur hon í svari í fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, sum hevur spyr, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum loyvir kommunum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg fyri at fáa fleiri bústaðir kring landið.

Landsstýriskvinnan vísir á, at tað er ein av týdningarmestu uppgávum at virka fyri at øll hava møguleika at útvega sær ein hóskandi bústað.

– Tí var tað at broyta lógina um Bústaðir eitt tað fyrsta, ið varð gjørt í samgonguskeiðnum. Framda broytingin gav Bústøðum fríari ræsur at byggja fjølbroyttar bústaðir kring landið, uttan krav um privatar íleggjarar og vinnuligt avkast, sigur hon og heldur fram.

– Í næstum er ætlanin at víðka heimildirnar fyri samstørvum enn meira, við at geva kommununum heimild saman við Bústøðum, at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg. Soleiðis fáa vit vónandi enn fleiri við at nøkta ovurstóra tørvin á bústøðum, sigur Ingilín D. Strøm.

– Einki er at ivast í, at tað hevur skund at útvega fleiri bústaðir. Tí verður uppskotið væntandi lagt fyri Løgtingið í heyst, sigur hon.