Koyrdi rúsaður uttan førararætt

- Talan var ikki um rúsdrekka, men rúsevni, sigur løgreglan.

Í gjár var løgreglan í Vágum, og her steðgaðu tey einum bili í Miðvági, har alt ikki var, sum tað átti.

 

Her vísti tað seg, at bilførarin hvørki hevði førararætt ella var edrúur. 

 

Royndin hjá løgregluni vísti nevniliga, at persónurin var ávirkaður av rúsevnum.

 

Blóðroynd er tikin, sum verður avgerandi fyri, hvussu hesin parturin av málinum verður avgreiddur.

 

Løgreglan sigur, at bilførarin heldur ikki hevði førararætt, og tí verður hetta helst ein dýrur umgangur fyri bilføraran.