Koyrdi út av við motorsúkklu

- Førarin var við vit, men vit vita ikki, hvussu hann kom burtur úr hendingini, sigur løgreglan.

Um 17.30 tíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður á motorsúkklu hevð verið fyri einum óhappi í Vágum.

 

- Hetta var eitt soloóhapp, og hendingin fór fram nærindis tunnilsmunnanum í Vágum, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at maðurin, sum fór oman av vegnum, varð slongdur nakrar metrar.

 

- Vit vita, at hann var við vit, tá hann fór í sjúkrabilin, men annars vita vit ikki, hvussu hann kom burtur úr hendingini.

 

Vaktleiðarin visti ikki at siga í morgun, hvussu motorsúkkluførarin var útgjørdur við trygdarútgerð, eitt nú hjálmi og ryggverju.

 

- Tað framgongur ikki í frágreiðingini, sum eg havi her á borðinum í morgun, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini.