Krabbakafé á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Skipað verður fyri krabbakafé í kantinuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi annan hvønn hósdag klokkan 15-16

Krabbasjúka og viðgerð kann hava kropsligar, sálarligar, sosialar og eksistensiellar broytingar við sær í gerandisdegnum. Vit bjóða undirvísing og prát um hesar avbjóðingar, og høvi verður at møta øðrum, ið eru í somu støðu.

 

Luttakandi fakbólkar eru: Fysioterapeutur, sálarfrøðingur, ergo- og manuellur terapeutur, kostráðgevi, neurosálarfrøðingur, sosialráðgevi og sjúkrarøktafrøðingur.

 

Tilmelding: Ring til leiðbeiningina á 343300 gerandisdagar millum kl. 8-15, ella send ein teldupost til oslch(at)ssh.fo.