Tað sigur Rói á Kósini, sum vegna kommunulæknarnar hevur sent fjølmiðlunum boðini. Kommunulæknarnir fara at sita á øðrum stað, og har eru 16 ymisk telefonnummur, sum fólk við ørindum til lækna kunnu ringja til.
Framyvir fara kommunulæknarnir at lýsa við, hvør hevur vakt og nær.
Einki verður sagt um, hví læknarnir gevast við tænastuni 1870.
Um læknavaktina skrivar Kommunulæknafelagið, at »Læknavaktin veitir læknahjálp í samband við brádliga íkomna fysiska ella psykiska sjúku, óhapp ella annað sum krevur viðgerð í vakttíðini. Læknavaktin veitir ikki hjálp fyri heilsutrupuleikar sum kunnu bíða og loysast av kommunulækna í dagtíð. Um tú heldur teg hava álvarsligan heilsutrupuleika, sum ikki kann bíða til vaktlæknin er tøk: Ring 112«.