Liðið hjá Brandi tapti samlaðu uppflytingaruppgerðina

Við javnleiki á útivølli tryggjaði Skive sær uppflyting til bestu donsku hondbóltsdeildina

Setningurin var greiður hjá liðnum hjá Brandi Halgirssyni ígjár. Ajax mátti vinna á Skive fyri at fáa ein triðja uppflytingardyst móti Skive á útivølli í Skive í komandi viku.

 

Tað eydnaðist akkurát ikki. Seinni dysturin millum Ajax og Skive endaði við javnleiki 26-26. Ajax átti seinasta álopið í dystinum, men málverjin hjá Skive bjargaði royndini, og so kundu teir í Skive stórfegnast um ein samlaðan sigur yvir tveir dystir. 

 

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax mugu sostatt royna av nýggjum at vinna sær uppflyting komandi kappingarár.

 

Hákun á Teigum West skoraði tvey mál tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg taptu 28-34 fyri Ålborg á útivølli í millumspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var Ålborg á odda 14-12.

 

Tað bleiv ikki á hesum sinni, at Hákun slapp at royna seg í einari DM-hálvfinalu. Holstebro og Ålborg hava vunnið seg víðari til hálvfinalurnar úr bólki 2. GOG hevur vunnið seg víðari úr bólki 1. Nógv talar fyri, at Bjerringbro/Silkeborg verður hitt liðið sum vinnur seg víðari úr bólki 1.