Føroyski landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðleikararnir í Lemvig-Thyborøn stríðast fyri at sleppa undan aftasta plássinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, og harvið beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.
Lemvig-Thyborøn spældi í kvøld dyst á heimavølli móti TMS Ringsted. Tá 50 sekund vóru eftir av dystinum javnaði Jeppe Gade fyri Lemvig-Thyborøn til støðuna javnleik 27-27. Men ólukkutíð, tá seks sekund vóru eftir at leika skorar Mark Nikolajsen til støðuna 28-27 til TMS Ringsted, og Lemvig-Thyborøn megnaði ikki at svara aftur, og so mátti Vilhelm saman við liðfeløgunum staðfesta eitt beiskt tap á heimavølli.
Vilhelm skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál í kvøld.
Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við 11 stigum. Kolding og Nordsjælland hava 14 stig, men nú hevur Lemvig-Thyborøn bert tríggjar dystir eftir til at yvirhála annað av teimum báðum dystunum.
Lemvig-Thyborøn hevur sera torføran útidyst móti GOG, sunnudagin 10. mars. Teir hava eisini dyst eftir móti oddaliðnum, Aalborg á útivølli 23. mars. Tí sær tað ógvuliga svart út hjá Vilhelmi og liðfeløgunum, men teir mugu so fara eftir møguleikanum.
20. mars hevur Lemvig-Thyborøn heimadyst móti Kolding. Teir mugu vinna tann dystin og antin ímóti GOG ella Aalborg. Samstundis má Kolding tapa á heimavølli móti Bjerringbro/Silkeborg, leygardagin 9. mars, tapa ímóti Lemvig-Thyborøn 20. mars, og móti Skjern á heimavølli, leygardagin 23. mars. Kolding hevur veruliga lagnuna í egnum hondum.
Støðan:
Nummar | Lið: | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | Aalborg | 22 | 39 |
2 | Fredericia | 22 | 34 |
3 | Bjerringbro/Silkeborg | 22 | 28 |
4 | GOG | 22 | 27 |
5 | Mors-Thy | 23 | 27 |
6 | Skjern | 22 | 24 |
7 | Ribe-Esbjerg | 23 | 23 |
8 | TMS Ringsted | 23 | 23 |
9 | SønderjyskE | 22 | 18 |
10 | Skanderborg AGF | 23 | 18 |
11 | TTH | 23 | 16 |
12 | Nordsjælland | 23 | 14 |
13 | KIF Kolding | 23 | 14 |
14 | Lemvig-Thyborøn | 23 | 11 |