Í morgin bíðar ein spennandi avbjóðing Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen og liðum teirra, Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt.
Í stóru Lanxess høllini í Köln verður Final Four í týsku steypakappingini, ið nevnist DHB Pokal.
Klokkan 15.10 spæla Füchse Berlin og Magdeburg, ið eru tey fremstu liðini í bundesliguni. Her er eingin greið favorittstøða hjá veddingarfyritøkunum.
Klokkan 18 spæla Flensburg-Handewitt og Melsungen. Flensburg-Handewitt hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.
Sunnudagin klokkan 14.35 verður finalan leikt í Lanxess høllini.
TV3 Sport vísir dystin millum Füchse Berlin og Magdeburg, og TV3 Max vísir dystin millum Flensburg-Handewitt og Melsungen. Báðar rásirnar síggjast á Televarpinum.