Tíðindaskriv:
Verkstovan er í tríggjar dagar og er ætlað kvinnuligum, trans og non-binerum ljóðentusiastum. Verkstovan er eitt samstarv millum CTIOS og altjóða ljóðtøkninga kollektivið Sound Systers.
Innihald
Tú lærir at seta eitt ljóðannlegg upp, brúka ljóðmiksara og aðra ljóðútgerð, hvussu ljóðroynd verður gjørd, monitorarar setast upp, og fært grundleggjandi frálæru í streymi.
Síðsta kvøldið verður endaligt tiltak, har ein sleppur at royna tað av, ein hevur lært, og ikki minst slappa av og njóta samveruna eina løtu.
Tilmelding og kostnaður
Tilmeldingarfreist er mikudag 22. mai á midnátt.
Í mesta lagi 20 persónar kunnu tilmelda seg.
Aldursmarkið er 18+
Kostnaður fyri tríggjar dagar er 500 krónur.
Um tú hevur fíggjarliga trong kor, send teldupost alíkavæl, og vit finna eina loysn.
Ljóðsystrar og lærarar
Tey, ið koma at læra frá sær, eru trý í tali.
Tvey búgva í Berlin og eru partur av einum feministiskum ljóðtøkninga kollektivi, ið kallast Sound Systers (www.soundsysters.com), og sum arbeiðir kring allan heimin:
Noam “Elektroda” Krispil er analogur framleiðari, ljóðtøkningur og pall byggjari. Hon hevur lisið ljóðdesign og ljóðtøkni og arbeiðir runt í heiminum við verkstovum og tiltøkum, men hevur serligan basa í Berlin og klubb-umhvørvinum í Evropa.
Antto er Multi-ljóðførisleikari, tónleikari, ljóðtøkningur, framleiðari og filmsstjóri. Hevur lisið Audiovisual Technics og hevur royndir innan sjónvarpsídnaða, tónleikaframleiðsllu og livandi ljóðtøkni.
Triðji verkstovuhavarin er Sunneva H. Eysturstein úr Føroyum, ið er privatur vinnurekandi, barr eigari, konsert- og festival fyriskipari, umframt sjálvlærd innan ljóðtøkni.
Verkætlanin er stuðlað av Mentanargrunni Landsins og Tórshavnar kommunu.