Ljós og lív á gamla Kondittarínum í Havn

Durita Thomsen og Rebekka á Fjallinum, hava latið upp handil við føroyskari framleiðslu

Talan er um klæðir, ið tær sjálvar sniðgeva og framleiða.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var og vitjaði tá handilin læt upp.

 

Borgarstjórin fegnast um, at lív aftur er í á gamla Kondittarínum.

 

“Tað er gott at síggja ljós aftur á Kondittarínum", sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Umframt at selja klæðir, selja tær eisini list hjá øðrum. Talan er um skiftandi framsýningar av list.

 

Til ber eisini at fara upp á lofti á smúkkukafe, har tú kann gera tær egnar smúkkur.

 

Handilin hjá Rebekku á Fjallinum og Duritu Thomsen er har, sum Kondittaríið var, á Niels Finsensgøtu 11 – á Glade Hjørn.

 

Opið er hvønn dag millum klokkan 10 og 17.30. Leygardag er opið frá kl 10 til 16.

 

Nú, ið tað stundar móti jólum, fer kortini at verða longri opið onkrar dagar.