Løgreglan mælir frá allari koyring

Tað er nógvur vindur, og nógvar fráboðanir eru um skaðar, og fólk mugu ikki fara út at koyra fyrr enn millum klokkan 9 og 10, sigur løgreglan – og tað er galdandi fyri alla koyrin, eisini inni í býum og bygdum

– Vit mæla frá allari koyring fram til áleið kl. 09.00/10.00 í dag.

 

Soleiðis skrivar løgreglan í fráboðan í morgun.

 

Tað eru sera vánalig koyrilíkindi um alt landið.

 

Nógvar fráboðanir eru um skaðar í nógva vindinum, sum hevur verið í gjárkvøldið, í nátt og í morgun.

 

Síðani í gjárkvøldið er komnar út við 100 fráboðanir til løgregluna um skaðar.

 

Serliga ringt hevur veðrið verið í Leirvík, í Gøtu og í Klaksvík, men ongar fráboðanir eru um fólkaskaðar.

 

Vindurin hevur verið upp í 59 metrar um sekundið, og ringast hevur veðrið verið seinastu tímarnar í morgun.

 

Streymurin fór um alt meginøkið í gjárkvøldið. Hann kom aftur á midnátt, men fleir streymslit hava síðani verið.