Løgreglan: Ung fólk stjala í handli

Løgreglan fekk í gjár fráboðan frá einum matvøruhandli um stuldur

Savnsmynd

Talan er um ein matvøruhandlin í Havn, har tey nú eru komin eftir, at vørur verða stolnar úr handlinum. Tey hava tí kannað vakmyndatólini og síggja, at nøkur ung fók um 15 ára aldur javnan hava gingið inn í handilin og stolið ymiskt síðani fyrst í november.

Tað snýr seg um rættiliga nógvar tilburðir tilsamans, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Tað snýr seg kanska ikki um tær heilt dýru vørurnar, tey hava stolið góðgæti pg aðrar vørur. men stuldur er stuldur, og tað verður nógv tilsamans, sigur vaktleiðarin.

Hann sigur, at tey vita, hvørji ungfólkini eru, og at løgreglan næstu dagarnar fer at tosa við tey. Tað snýr seg um eini 7-8 ymisk fólk, sigur vaktleiðarin. Hann sigur eisini, at tey ikki hava stolið í senn, men hava hvør sær verið í handlinum rættiliga nógvar ferðir, og hann veit heldur ikki, um tey kenna hvønn annan.

– Handlarnir finna seg sjálvandi ikki í hesum, og tí mugu foreldrini taka um endan. Vit fara at arbeiða víðari við hesum í dag, í morgin og í ovurmorgin, sigur vaktleiðarin.

 

 

Savnsmynd