Lutakast í hálvleikinum í kvøld

Í hálviekinum millum KÍ og NSÍ í kvøld verður lutakast til 1. umfari og fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum, boðar FSF frá.

Fyrsta umfar í ársins steypakapping hjá kvinnum verður spælt hósdagin 9. mai - Mynd: Bjarni Enghamar

Í annaðkvøld, mikukvøldið 17. apríl verður greitt, hvussu liðini møtast í 1. umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Glasstovan við vøllin á Djúpumýru í Klaksvík verður í annaðkvøld, mikukvøldið 17. apríl, karmur um lutakastið til 1. umfar og til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Í hálvleikinum í dystinum millum KÍ og NSÍ verður farið undir lutakastið, ið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

 

Fyrsta umfar verður spælt hósdagin 8. mai, fjórðingsfinalurnar eru á skránni 12. juni, og síðani vera hálvfinalurnar spældar 27. august og 25. september.

 

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

 

Fyrsta umfar í ársins steypakapping hjá kvinnum verður spælt hósdagin 9. mai - Mynd: Bjarni Enghamar