Maðurin við íslendsku orðabókini er látin

Hann var 97 ára gamal, nú Jón Hilmar Magnússon á Akureyri legði árarnar inn

Í 2005 kom íslendsk-føroysk orðabók. Tað var Jón Hilmar Magnússon á Akureyri, sum sjálvur fór undir og legði síðstu hond á hetta stórverkið. Hann segði, at orsøkin til, at hann fór undir hesa verkætlanina var, at fleiri av døtrum Sóley og hansara vóru giftar í Føroyum, og at hann á tann hátt hevði nógv samband við føroyingar og Føroyar. Árið eftir, í 2006, heiðraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, høvundan við heiðursskjali og 65 túsund krónum í okkara peningi.

 

Mikudagin 18.  januar í 2006, tá ið hann á samkomu í mentamálaráðnum fekk sømdargávuna handaða, helt Jón Hilmar Magnússon í takkarøðu fyri, at hann ikki hevði henda heiðurin uppibornan, men hann var sera takksamur fyri hesa viðurkenningina.

 

28. apríl í ár andaðist Jón Hilmar Magnússon 97 ára gamal. Áðrenn hann legði árarnar inn, var hann liðugur við handritið til føroyskt-íslendska orðabók.

 

Fríggjadagin 12. mai varð Jón Hilmar borin til gravar úr stórslignu kirkjuni á Akureyri. Synirnir báðir og teir fýra føroysku versynirnir bóru kistuna út, og ein av døtrunum og føroyski maður hennara spældu undir jarðarferðini sálmaløg á tangentar og violin. Íslendingar eru óførir at skriva minningarorð, og eitt nú í Morgunblaðnum eru minningarorð skrivað um Jón Hilmar Magnússon.

 

Føroyingar hava í mong ár havt samband við Jón Hilmar Magnússon og familju hansara á Akureyri. Tað komst av, at hann frá ungdóminum av var uppí arbeiðnum við barnalegunum á Ástjørn á Norðurlandinum. Tað vóru tey í samkomuni á Sjónarhæð á Akureyri, sum stóðu fyri dreingjalegunum og seinni barna- og ungdómslegunum. Nú eru tað synirnir hjá Jón Hilmari, Magnús og Árni, ið hava ábyrgdina. Tað var bretski trúboðin á Akureyri Arthur Gook, sum fór undir barnalegurnar saman við íslendska samverkamanni sínum Sæmundi G. Jóhannesen. Tá ið Jógvan Purkhús úr Klaskvík í 1964 búsettist á Akureyri við tí hjartamáli at kunngera gleðiboðskapin, hjálpti hann til við Ástjørn, har Bogi Pétursson, svágur Jógvans, í nógv ár hevði høvuðsábyrgdina. Nógvir føroyingar hava hjálpt til við Ástjørn og har lært íslendingar at kenna.

 

Og tað var brúgvin til, at fýra av teimum fimm døtunum hjá Sóley og Jón Hilmari giftust føroyingum.

 

Jón Hilmar var elstur av tíggju systkjum. Hann vaks upp á Akureyrarleiðini og var sum dreingir flestir tá í tíðini í sildavinnu og undir krígnum arbeiddi hann við vegagerð. Hann leyk studentsprógv á mentanarskúlanum á Akureyri, og so tók hann læraraprógv á Kennaraháskúla Íslands. Hann var lærari fram til 1961, tá ið hann segði seg úr starvi og helt fram við offsetprentsmiðjuni, sum hann var farin undir at reka í 1960.

 

Í 1955 giftist tey bæði Sóley og Jón Hilmar, og tey fingu sjey børn: Helga, Hanna, Fjóla, Rósa, Lilja, Magnús og Árni. Helga er gift Øssuri Gerðalíð og býr í Klaksvík, Hanna er gift Jákupi Napoleon Purkhús úr Kunoy og býr í Reykjavík, Fjóla býr í Reykjavík, Rósa er gift Hera Hammer og býr í Klaksvík, Lilja er gift Davidi Mørkøre og býr í Klaksvík, og Magnús og Árni búgva á Akureyri.

 

Jón Hilmar var óvanliga fjølgávaður og arbeiðssamur. Umframt at reka prentsmiðjuna og vera frammarlaga í tøknligari menning, so skrivaði hann bøkur og rit, og hann var blaðstjóri á Norðurljósi, ið var tíðarrit við andaligum innihaldi. Hann var kønur í íslendskum máli og søgu, hann var organistur og yrkti sálmar og sangir og setti løg til, og hann var kønur í klassiskum málum, sum hann umsetti úr. Familjan búði á Sjónarhæð, og kring eyðkendu húsini á Hafnarstræti 63 á Akureyri er sjáldsamur urtagarður, sum Sóley og Jón Hilmar saman við teirra hava lagt ógvuliga stórt arbeiði í.

 

Sóley andaðist í 2018, og nú Jón Hilmar flutti foldum frá ynsktu børnini, at tey, sum ynsktu at minnast hann, lótu gávu til barnalegurnar við Ástjørn.